17 Oktober 2010

Munurin var stórur og sigurin var ongantíð í vanda
Karmarnir vórðu framúr tá KÍ endaliga staðfesti Vodafone fótbólt komandi ár
Liðið hesuferð: Gunnar á Steig (Kristinn Akursmørk 81 min.), Rudolf Eliasen, Heri K. Olsen (Ivan Joensen 60 min.), Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen, Oddmar á Lakjuni, Bárður Heinesen, Álvur Christiansen, Álvur F. Christiansen og Steffan Kalsø
Nógv festivitas var á uppflytingardegnum og lagið var í topp runt vøllin. Grandmas Basement hitaði upp og riggaði tað sera væl - hetta má gerast aftur!
Dysturin var brikslaður í gongd við met áskoðaratali í ár og KÍ legði seg á dystin beinavegin. Í 31 minutti fær Bárður Heinesen lagt KÍ á odda. Stutt eftir, í 38 minutti, økti Sørmund Kalsø til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan
Í hálvleikinum heiðraði Klaksvíkar býráð, við Gunvá við Keldu borgarstjóra á odda, vinnandi KÍ liðunum í ár. Og tey vóru ikki so fá. Borgarstjórin handaði KÍ ein check uppá 25.000 kr., sum KÍ síðani hevði umsett til billettir til komandi Summarfestival til allar leikararnar. Sanniliga ein stór løta.
Í seinna hálvleiki helt greiða KÍ yvirtaki á. KÍ spældi seg fram til fleiri kjansir, men neyvleikin manglaði ofta. Í 77 minutti fekk Sørmund sítt næsta mál og harvið tað triðja til KÍ. KÍ vann 3-0.
Ein hugalig løta kom í 81 minutti tá Aleksandar skifti blaðunga málmannin Kristinn Akursmørk inn fyri veteranin Gunnar á Steig. Kristinn er nýggjur í KÍ hópinum og enn ein sum er komin frá ungdómsrekkjunum. Kristinn hevði eina góða bjarging tá ein toftamaður fekk ein stóran kjans.
Eftir dystin fingu KÍ leikararnir handaðar silvurkrúnur.
Heimasíðan ynskir KÍ hjartaliga tillukku við uppflytingini. Eisini skal ljóða eitt tillukku til 07 Vestur við uppflytingini.






