Active Image

Nógv verður gjørt burturúr síðsta dystinum í Klaksvík í ár

 

Sum heimsíðan visti at siga frá herfyri verður talan um ein rættuliga festligan dag leygardagin tá KÍ spælir sín síðsta dyst á árinum. Áðrenn dystin fer ungdómsfenomeni og 15-tær-bestu topparnir Grandmas Basement at hita upp. Teir fara at rocka Djúpumýru við øllum sínum genialu hittum.

Tað verður Mikkjalsons flutningur sum transporterar teir inná vøllin kl. 14.00 har teir fara at blása fyri full musikk

Dysturin byrjar kl. 14.30.

Tað frættist úr KÍ leguni at allir leikarar eru tøkir, harímillum eisini Ivan Joensen, ið nú er tøkur aftur eftir drúgvan fótskaða.

Í hálvleikinum fer KÍ at heiðra øllum vinnaraliðunum. Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu fer eisini at heilsa uppá vinnandi liðini.

KÍ hevur ein lítlan møguleika at vinna deildina um 07 Vestur tapir sín dyst ímeðan KÍ vinnur, men hesin møguleikin er fjarður. Alt í alt kunnu vit tó fegnast um at setningurin um uppflyting er rokkin eftir bert eitt ár í næstbestu deildini.

Koyr á KÍ