04 Oktober 2010

KÍ tryggjaði sær Vodafone-fótbólt við einum góðum útisigri við Løkin ígjár
Fitt av KÍ fjepparum høvdu leita sær til Runavíkar ígjár í vónini um at uppliva upprykking í Vodafone-deildina. Tey fóru ikki skuffaði til hús.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen (Heri K. Olsen 46 min.), Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen, Oddmar á Lakjuni, Niels Pauli Danielsen, Álvur Christiansen (Bjarki Vágstún 66 min.), Jóhan Jacobsen, Steffan Kalsø (Sámal á Tjaldrfløtti Olsen 77 min.)
Dysturin var bert 6 minuttir gamal tá Niels Pauli Danielsen smekkaði ein drønara í NSÍ málið - eitt sera vakurt mál. KÍ stóð fyri tí mesta, men tað kom spenningur í tá NSÍ javnaði í 30. minutti. 1-1 var eisini hálvleiksstøðan.
Aleksandar tók Ísak Simonsen út í seinna hálvleiki og koyrdi Hera Klein Olsen inn ístaðin og hetta skuldi vísa seg at geva bonus. Í 60. minutti hevði KÍ horna og tann 195 cm høgi Heri setti krúllin á og so varð 2-1 til KÍ. Niels Pauli Danielsen økti til 3-1 áðrenn NSÍ fekk pynta um úrsliti til endaligu støðuna 3-2.
Uppflytingin varð veruleiki og rakettirnar upp í loft.
At flyta upp við so ungum og óroyndum liðið í kapping við bæði 07 Vestur, TB og síðani eisini øll hini liðini er sanniliga eitt framúr avrik. Heimasíðan ynskir øllum KÍ áhugaðum tillukku við uppflytingini.
Næsti dystur er leygardagin 16. oktober í Klaksvík tá toftamenn koma á vitjan. Lagt er upp til eitt framúr tiltak og tað frættist at fyrireikingarnar longu eru farnar í gongd.






