Sevmýra hevur roynst okkum soltin í ár, men innsatsurin lá sanniliga ikki eftir

 

Oddmar á Lakjuni kom inn í miðverjuna fyri Sørmund Kalsø, ið var leikbannaður, og kláraði seg sera væl. Vit høvdu hópin av kjansum, men inn vildi bólturin ikki.  

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen (liðskp.), Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen, Bárður Heinesen (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 73 min.), Álvur Christiansen, Henry Heinesen (Tórður Lervig 85 min.) og Jóhan Jacobsen (Steffan Kalsø 62 min.).

Fyrri hálvleikur var nakað meir enn hálvrunnin tá Jóhan Jacobsen var spældur leysur og hann gjørdi ikki mætari enn at útplasera serbiska TB-málverjan og so stóð 1-0 til KÍ. TB royndi at trýsta og komu til nakrar hálvkjansir. Tá tíðin var farin fekk KÍ fríspark, men heldur enn at taka sær góða tíð, varð ein skjót sending fram eftir vøllinum. TB fekk bóltin, fór í mótálop og skoraði til hálvleiksstøðuna 1-1.

Í seinna hálvleiki fekk TB eitt bíligt mál og so stóð 2-1. Eftir hetta hevði KÍ alt, men megnaðu tó ikki at skora mál.

Innsatsurin var fyrimyndarligur og næsti dystur er sunnudagin 3 oktober kl. 15.00 við Løkin í Runavík.