Farið verður norður við Silju Star eftir dystin ímóti TB mikudagin og fjepparar eru vælkomnir við

 

KÍ skal leika ímóti TB mikudagin 29. september á Sevmýru. Farið verður úr Tórshavn við avloysaraskipinum Reginu Balticu kl. 12.00. Eftir dystin verður farið norð aftur við Silju Star, ið tekur 48 ferðandi. Ferðaliðið hjá 1.deild telur 20 so 28 fjepparar sleppa við norðaftur.

Og so ger tað heldur einki at túrurin norð við Silju Star er ókeypis fyri øll :)

Fjepparar, ið vilja sleppa norð við Silju Star verða biðin um at boða Jóhann Lützen frá á tlf 232486 og pláss verða givin eftir først-til-mølle prinsippinum.

Talan kann gerast um uppflyting, tí um KÍ fær javnleik ella øll trý stigini, so er Vodafone-fótbóltur aftur í Klaksvík í 2011. Tískil er spenningurin stórur undan dystinum og talan kann gerast um ein túr norð aftur júst sum i gamle dage í gleði og gaman :))