Active Image

Høgni Madsen vísti vegin tá KÍ streyk avstað við øllum í Djúpumýru í kvøld

 

Bæði 07 Vestur og TB settu stig til í dag og tískil kundi KÍ gera sær dælt av hesum ímóti EB/Streymi í dag

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen, Oddmar á Lakjuni, Henry Heinesen, Álvur Christiansen og Steffan Kalsø

KÍ vann fult uppiborið 3-2. Sigurin varð sligin fastur við absolutt síðsta skotinum í dystinum tá Høgni við dreymamáli brast eydnuna hjá sundalagsmonnum. Dysturin var bert tríggjar minuttir gamal tá Henry smekkaði bóltin í kassan til 1-0. Ein long sending kom frá miðjuni og verjuvilla gjørdi at Henri kom at standa púra fríður. Henry hevur nú skora 12 mál í sínum fyrsta ári á besta liðnum hjá KÍ. Í 41. minutti økti Steffan Kalsø støðuna til 2-0 eftir gott uppspæl hjá KÍ. Samstundis økti Steffan um munin í toppskoraraoddinum nú hann hevur skora 16 mál. Farið varð til hálvleiks við støðuni 2-0

Í seinna hálvleiki kom EB/Streymur meira við í spælið og megnaðu teir at fáa tvey mál. Áskoðarafjøldin dámdi einki hvussu málini vóru komin. Men so í yvirtíðini av yvirtíðini tók Høgni Madsen sakina í egnar hendur. Hann fekk bóltin framfyri seg á leið 25 metrar frá EB/Streyma málinum og í besta Roberto Carlos stíli buldraði hann bóltin í netmeskarnar. Fjøldin gekk amok og nú skal ganga heilt óvanliga illa um setningurin um upprykking ikki skal røkkast.

Næsti dystur er  mikudagin ímóti TB á Sevmýru