20 September 2010

Unglingarnir hjá KÍ vunnu 8-0 ímóti AB
Unglingarnir hjá KÍ stevna beint ímóti Føroyameistaraheitinum. Í gjár gekk tað útyvir teir ungu mennirnar hjá AB. Talan varð um powerplay í samfullar 90 minuttir har KÍ átti alt.
Bláa bylgjan skrivar soleiðis um dystin::
Unglingarnir hjá KÍ eru í stórformi, og aftur í dag vunnu teir stórsigur. AB vitjaði í Klaksvík, og KÍ vann heili 8-0.
Í løtuni megnar eingin at standa ímóti unglingunum hjá KÍ. Liðið hevur seinastu umførini hølvað alla mótstøðu av, og aftur í dag gjørdist tað til stórsigur.
AB var á vitjan í Klaksvík, og hóast KÍ bert skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, endaði tað við 8-0 sigri til KÍ.
AB-liðið var sera verjukent í fyrra hálvleiki. Allir spælarar lógu kring brotsteigin og vardu, og tað var trupult hjá KÍ at spæla seg til opnar kjansir. Men nakrir kjansir vóru, og tvær ferðir eydnaðist at skora. Fyrst skoraði Sámal Olsen eftir gott bandaspæl við Ísak Simonsen, og síðani økti Ragnar Danielsen uppá ein retur.
Í seinna hálvleiki royndi AB at spæla meira fram eftir, men tá gjørdist tað trupult hjá teimum at verja fyri nasku KÍ álopunum. Nú gjørdist KÍ spælið betur og álopini hvassari, og tað eydnaðist eisini at skora seks mál í seinna hálvleiki. Fyrst økti Oddmar Marsten eftir innlegg frá Heðin Klakstein, síðani skoraði Johan Jacobsen tvær ferðir – fyrst eftir innlegg frá Ísak og síðani gjøgnumspæling mitt fyri.
Innskifti Aksel Dalsgaard tók rættiliga um endan, tá hann skoraði hattrick upp á 12 minuttir. Fyrsta mál kom efti fríspæling frá Johan Jacobsen, síðani legði Danial Simonsen innlegg innfyri, sum Aksel stútaði í málið, og so prikaði Aksel ein bólt inn eftir innlegg frá Hera Klein Olsen.
Ein sannførandi stórsigur til KÍ, sum rættiliga hevur verið í hopla í seinnu hálvu av kappingini. KÍ hevur spælt sjey dystir eftir summarsteðgin, hevur vunnið allar og hevur skorað 35 mál hesar dystirnar. Bert tvey mál eru farin ígjøgnum.
KÍ liggur greitt á odda í unglingadeildini, nú fýra dystir eru eftir at spæla. KÍ hevur 39 stig, meðan NSÍ hevur 34 stig. KÍ hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.
Næsta uppgávan hjá KÍ unglingum verður trupul. Sunnudagin skal KÍ spæla í Sørvági ímóti 07Vestur, sum hevur fingið fleiri góð úrslit í ár.
KÍ-AB 8-0 (2-0)
15. umfar, sunnudagin 18. september
1-0: Sámal Olsen, 18.
2-0: Ragnar Danielsen, 43.
3-0: Oddmar Marsten, 55.
4-0: Johan Jacobsen, 63.
5-0: Johan Jacobsen, 67.
6-0: Aksel Dalsgaard, 77.
7-0: Aksel Dalsgaard, 82.
8-0: Aksel Dalsgaard, 88.
KÍ: Emil Biskopstø – Gunnar Christiansen (Bogi Tróndheim, 72.), Sørmund Kalsø (Poul Johan Poulsen, 59.), Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen – Teitur Fles, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen – Ragnar Danielsen (Vilhelm Vilhelmsen, 72.), Sámal Olsen (Aksel Dalsgaard, 59.), Ísak Simonsen (Danial Simonsen, 59.)






