Active Image

Arvafíggindin húðflettur og hittið hjá Grandma's Basement rungaði við vøllin í dag

 

Ungdómurin hjá KÍ og HB møttust í dag og talan gjørdist um sanna eyðmýking.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen (Tórður Lervig), Oddmar á Lakjuni, Niels Pauli Danielsen, Henry Heinesen, Álvur Christiansen (Jóhan Jacobsen), Steffan Kalsø (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen)

Í fyrra hálvleiki varð støðan 2-0. Í seinna hálvleiki skoraði KÍ sjey ferð og HB fekk eitt mál. 

Gunnar valdi ein góðan dag at gera sín fyrsta stóra feil í ár. Gunnar hevur hildið eitt høgt og støðugt støði í ár, men hesaferð má hann tó taka málið hjá HB á sín kappa. 

Málini fingu: Steffan 2, Álvur 1, Sørmund 1, Oddmar 1, Jóhan 1, Sámal 1, Rudolf 1 og eitt sjálvmál.

Næsti dystur er ímóti EB/Streymi á heimavølli komandi leygardag.