Active Image

KÍ vann sannførandi sigur á Argjum og leikararnir stórtrívast

Góða úrslitið í Gundadali leygardagin, varð fylgt upp við einum enn betir úrsliti úti í vika á Argjum í kvøld. KÍ vann sannførandi.

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Jógvan Isaksen (liðsk.), Sørmund Kalsø, Høgni Madsen (Tórður Lervig 74 min.), Niels Pauli Danielsen, Oddmar á Lakjuni, Henry Heinesen (Jóhan Jacobsen (65 min.),Álvur F. Christiansen (Heri K. Olsen 70 min.), Steffan Kalsø.

Í fyrra hálvleiki skoraði KÍ tríggjar ferðir. Í 13. minutti varð Álvur F. Christiansen feldur í brotsteiginum eftir gott smáspæl í høgru. Henry Heinesen setti bóltin trygt í netið. Tíggju minuttir seinni hevði Henry økt um leiðsluna og tá hálvur tími var farin gjørdi AB sjálvmál eftir horna úr høgru. 

Fitt av KÍ fjepparum høvdu leitað sær út á Argir og lagið var sera gott.

Í seinna hálvleiki skoraðu vit fýra mál. Niels Pauli Danielsen og Steffan Kalsø fingu tvey í part og málini vóru øll sera góð.

KÍ hevur leikt sera væl tveir teir síðstu dystirnar ávíkavist í Gundadali og úti á Argjum. Felags fyri hesi bæði avrikini er at tey eru komin á sera góðum leikvøllum. Vøllurin í Gundadali er trý ára gamal og vøllurin á Argjum er bert ein mánaða gamal. Okkara leikarar stórtrívast á hesum góða undirlagnum og tað kennist hugstoytt at okkara leikarar mugu úr Klaksvík at leika teirra besta spæl. 

Næsti dystur er leygardagin 18 september kl. 15.00 ímóti HB í Klaksvík.