KÍ greiddi setningin fyrimyndarligt á niðara vølli í Gundadali 

Image
KÍ vann sannførandi
 

Tað sást beinavegin at munur var á liðunum. KÍ fekk trý mál annuleraði so tað gekk rúm tíð áðrenn vit løgdu okkum á odda. Aleksandur gav eisini debut til 18 ára gamla Jóhan Jacobsen.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen (Oddmar á Lakjuni 77 min.), Jóhan Jacobsen (Tórður Lervig 64 min.), Álvur Christiansen, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen (Henry Heinesen 46 min.), Steffan Kalsø

Onki mál kom í fyrra hálvleiki tó at KÍ hevði haft bóltin í meskunum tríggjar ferðir. Dómarin kom illa frá uppgávuni og átti at góðkent øll trý. Í seinna hálvleiki kom tó hol á tá Steffan Kalsø stútaði eitt innlegg úr høgru í netið - sera vakurt mál. Innskifti Tórður Lervig skoraði síðan uppá eitt lúrið fríspark. Síðsta málið kom eftir framúr uppspæl, ið endaði við einum lobbara innum FC Hoyvík verjuna har altíð-oksandi Álvur Christiansen tamdi væl og snýtti málverjan. 

Eisini uttanfyri vøllin var góður rómur. Bláa bylgjan skipaði fyri bussferð og høvdu teir sett hinum fjepparafelagnum, KÍ stuðlar Tórshavn, stevnu. Talan var um eina sera hugnaliga løtu og heimasíðan fer at fáa fatur á myndum frá løtuni. 

Næsti dystur er mikukvøldi á Argjum ímóti AB