KÍ gjørdi tað óneyðuga spennandi tá teir fóru úr Leirvík við øllum trimum stigunum

 

Tað lá í luftini at KÍ skuldi hevna tey bæði tapini ímóti Víkingi og hetta eydnaðist eisini greitt, tó at fleiri av okkara leikarum ikki vóru tøkir í dag.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Heri K. Olsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), John Hammer ( Tórður Lervig 78 min.), Oddmar á Lakjuni, Niels Pauli Danielsen, Bjarki Vágstún (Steffan Kalsø 63 min.), Álvur F. Christiansen, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen.

KÍ var betur í øllum fyrra hálvleiki og spældi seg til tríggjar risakjansir umframt at skora. Tað var vælleikandi Niels Pauli Danielsen, ið elegant legði ein stikning innum Víkinga-verjuna til Álv at jagstra. Hann fekk tamarhald á bóltinum og legði bóltin trygt í netið til støðuna 1-0. Hetta var í 22. minutti og bert ein minutt eftir hevði Víkinga leikari sæð reytt eftir harða tackling á Bjarka. Jógvan Isaksen hevði stútara á yvirleggjaran og Sørmund mundi halda at hann hevði lagt KÍ á odda tá hann tríggjar metrar frá mállinjuni stútaði eitt horna beint móti Víkingameskunum, men hesum varð vart fyri....av Álvur?!?! Bólturin hevði rakt Álv á mállinjuni og stakk út til horna. Farið varð til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu

Í seinna hálvleiki vórðu KÍ spælstýrandi tó uttan at gerast heilt vandamiklir. Í 77. minutti bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Víkingi. Flestu áskoðararnir mundu ivast í hvat hann hevði dømt fyri. Víkingur javnaði til 1-1 og spenningur kom aftur í dystin. Móti dystarenda fekk KÍ brotsspark og liðskiparin  Jógvan Isaksen tók ábyrgd og setti bóltin trygt í netið til endaligu støðuna 2-1. 

Næsti dystur er ímóti FC Hoyvík í Tórshavn næsta leygardag.