30 August 2010
Rutinan og neyðugt hepni var á muni tá vágamenn sluppu úr KÍ holuni við øllum
Oddabrakið avdúkaði at okkara menn hava enn nógv at læra og tíbetur eru leikararnir júst sinnaðir til tað!
Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), John Hammer (Niels Pauli Danielsen 63 min.), Bárður Heinesen, Høgni Madsen, Álvur Christiansen (Henry Heinesen 58 min.), Bjarki Vágstún (Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 73 min.) og Steffan Kalsø
Í fyrra hálvleiki lá KÍ á øllum, men tað var tó 07 Vestur sum skoraði eitt mál eftir horna. Bólturin slapp allan vegin í málið uttan at okkara leikarar fingu hann vekk og so stóð 1-0. Bárður Heinesen og Sørmund høvdu risakjansir í fyrra hálvleiki við hvør sínum stútara á málið, men inn vildi bólturin ikki. Mongu KÍ fjeppararnir hildu at KÍ nokk skuldi koma afturíaftur.
Í seinna hálvleiki tóku vit tó lívið av okkum sjálvum. Trý høvuðleys reyðkort vórðu orsøkin og vónandi læra leikararnir av hesum skjótt! Síðani bleiv lætt spæl hjá vágamonnunum og dysturin var avgjørdur.
Eftir stendur at KÍ í fyrra hálvleiki var munandi sterkari orsakað av góðum felags avriki og í seinna hálvleiki munandi veikari av væntandi rutinu og dumheit. Hetta er nakað Aleksandar Djordjevic óivað fær rætta uppá komandi átta dystirnar.
Enn er alt í okkara hondum, so tað er hyggja niður, bretta upp ermar og kempa hart fyri KÍ sakini






