24 August 2010
Tann 24. august 1904 klokkan 17.30 var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð.
Úr minnisritinum hjá John Reid Bjartalíð
Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at gera virkisreglur fyri felagið.
Víðari var tað álagt nevndini at skipa so fyri, at felagið í framtíðini fekk rætt til at nýta tennisvøllin og vaksa um tað ”projekteraða” økið. Skilligt, so hava menn fingist við tennisspæl, áðrenn felagið varð íbirt.
Klakksvíkar Ítróttarfelag hevur sína sermerktu søgu innan ítróttarlívið her á landið, við tað, at felagið ikki bert er eitt vanligt bóltfelag; men frá stovnanini av, er felagið byrjað á einum víðari grundarlagi, soleiðis var tað tennisleikur og hin fría ítróttin, ið fyrst varð íkað her í bygdini. Gerðabókin, sum er sera greið og væl skrivað frá stovningardegnum av, sigur gjølla frá teim amboðum, ið keypt vóru til hina fríu ítróttina, og hvussu tennisspælið tók seg upp, fór fram og vann sær ávøkstur.
Og ikki gloymdu teir tann mentunnarliga táttin: sjónleikin.






