21 August 2010
KÍ livdi upp til favorittleiklutin og vann sannførandi sigur á Toftum í dag

Góða gongdin hjá KÍ heldur fram og hesaferð gekk tað út yvir toftamenn á Svangaskarði
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Jógvan Isaksen (liðsk.), Sørmund Kalsø, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen , Bárður Heinesen, Henry Heinesen (Oddmar á Lakjuni 72 min.), Bjarki Vágstún (John Hammer 61 min.) og Steffan Kalsø (Tórður Lervig 78 min.)
KÍ legði seg beinavegin á dystin, men tað skuldu tó ganga 36 minuttir áðrenn hol kom á. Bárður J. Heinesen fekk málið eftir sera flott uppspæl. Henry fekk bóltin úti í vinstru, trekti inn ímóti miðjuni og legði hann út til Bjarka Vágstún í høgru, sum síðani legði eitt perfekt innlegg á pannuna hjá Bárði.
KÍ økti um munin áðrenn steðgin tá Jógvan Isaksen kom at standa púra leysur beint uttanfyri málstrikuna og kundi skora sítt óivað lættasta mál nakrantíð. Høgni Madsen hevði lagt frísparksinnlegg úr høgru. Farið varð til hálvleiks við støðuni 2-0.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ eisini tvey mál. Tað fyrra kom í 59. minutti tá Bárður J. Heinesen enn einaferð vísti gott máltev. Síðsta málið var ein sonn frísparksperla frá Høgna Madsen.
Við sigrinum liggur KÍ nú nummar 1. Nærmastu kappingarneytarnir 07 Vestur og TB liggja ávíkavist nr. 2 og 3 eftir at TB tapti fyri NSÍ í dag, ímeðan 07 Vestur vann 4-0 ímóti Víkingi.
Leygardagin 28 august møtast KÍ og 07 Vestur í Klaksvík.






