02 August 2010
KÍ leikar fyrsta dystin av seinnu hálvu hóskvøldi 5. august kl. 18.00 á heimavølli ímóti Víkingi

So rullar fótbólturin aftur og okkara menn taka ímóti Víkingi. Dysturin verður bríkslaður í gongd hóskvøldi kl. 18.00.
Summarfestivalurin og Klaksvíkar Ítróttarfelag hava samstarva væl um ásetingina av dystinum, ið harvið ikki órógva hvønn annan.
Vit hava revansju til góðar tí vit taptu í Leirvík síðst. Himmal og hav stóð í einum tann dystin og hvussu dysturin kundi gjøgnumførast, mundi bert dómarin vita.






