Oddaliðini býttu stigini í Sørvági og tískil fer KÍ í summarsteðg á ovastu rók í føroysku 1.deild

 

Í hesum VM tíðum hevur KÍ gjørt sítt til at náa endamálinum um uppflyting til føroysku Vodafonedeildina. Í dag varð dystur ímóti hinum oddaliðnum 07 Vestur og endaði tann dysturin 1-1.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Niels Pauli Danielsen, Kristian B. Andreasen, Barður Heinesen, Bjarki Vágstún, Henry Heinesen og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen.

Samstundis leikti TB 1-1 ímóti Víkingi í Leirvík í dag. Hetta merkir at KÍ liggur á odda nú farið verður í summarferiu.

meir seinni...