Ungu KÍ leikararnir mundu kenna seg verða fyri stuldri tá teir taptu ársins unglingafinalu 2-1 ímóti NSÍ

KÍ var greitt betra liðið ígjøgnum allan dystin. NSÍ skoraði uppá tvær deyðbóltsstøður ímeðan KÍ einans megnaði at svara aftur einaferð og sostatt tapti KÍ finaluna.

Liðið: Emil Biskopstø, Aksel Dalsgaard, Sørmund Kalsø (liðsk.), Heri Klein Olsen, Ísak Simonsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Ragnar Danielsen, Helgi Samson og Sámal Olsen. Í seinna hálvleiki komu Teitur Fles og Gunnar Charistiansen á vøllin

Bláabylgan.com skrivar soleiðis um dystin:

Serliga í seinna hálvleiki var talan um eitt langt KÍ álop. Innsatsurin og spælið var fínt, men í fótbólti eru tað málini ið telja, og NSÍ liðið vísti seg at verða sera effektivt hendan dystin.

Líkindini vóru frálík og nógvir áskoðarar vóru til staðar á vøllinum í Leirvík til unglinga steypafinaluna. Dysturin var eisini vakurt leiktur á tann hátt, at vit ikki sóu nakað nevvnivert av hørðum ella skitnum spæli frá liðunum báðum.

Fyrri hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, tá NSÍ skoraði eftir frísparks innlegg.  KÍ tók yvir og sat á tí mesta. Serliga í vinstru síðu hjá Sámal á Tjaldrafløtti Olsen var fleiri ferðir vandi á ferð. Tað var eisini Sámal, sum javnaði um miðan 1. hálvleik.

Hevði KÍ yvirvág í fyrra hálvleiki, so var gongdin í seinni hálvleiki enn greiðari. Spælið var nærum bara á NSÍ hálvuni og KÍ spældi og spældi, men ímun til stóru yvirvágina so komu kanska ikki nóg nógvir stórir málmøguleikar burturúr. Tó komu nakrir og 2-3 vóru av tí heilt stóra slagnum. Móti endanum far NSÍ hornaspark burturúr ongum og uppá hornasparkið er KÍ leikari óheppin at gera sjálvmál. 2-1 til NSÍ var eisini endaliga støðan.

Samanumtikið má sigast, at hesin dysturin vísti nógv posetivt frá KÍ liðnum. Tað var KÍ, sum royndi at spæla og tekniska álopsspælið bleiv sett í fokus, meðan NSÍ lá á egnari hálvu og vardi meginpartin av dystinum. Tað vóru teir eisini dugnaligir til og aftanfyri verjuna høvdu teir ein tryggan málverja í Kristian Joensen, sum uttan iva er ein framtíðar málverji. Á KÍ liðnum var talan um javnt gott liðavrik, men skal man fílast á nakað, so var tað kanska, at stóra leikliga yvirvágin ikki bleiv umsett til enn fleiri málmøguleikar. Arbeiða hesir KÍ leikararnir hart framyvir, so er stór framtíð hjá fleiri av teimum. Tað kennist súrt, tá man tapur á hendan hátt, men soleiðis eru treytirnar nú einaferð í fótbólti.Gleðiligt er at staðfesta, at KÍ myndar toppin í unglingadeildini í 2010 og spennandi verður at fylgja liðnum í landskappingini, har liðið bara hevur mist stig í eina dystinum.

KÍ-NSÍ 1-2 (1-1)
0-1: Árni Frederiksberg, 6.
1-1: Sámal Olsen, 23.
1-2: Sjálvmál, 85.