Sigursrøðin hjá KÍ heldur fram ímeðan hon er endað hjá TB og hetta merkir at KÍ nú er oddalið

 

KÍ hevur nú vunnið 6 dystir á rað og leikararnir stórtrívast. Aldursforsetin og uppflytingarneytin varð sendur undir fjørð, gjøgnum fjøl og eftir hav til Sevmýru við ongum í skjáttuni.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), John Hammer, Niels Pauli Danielsen, Barður Heinesen, Bjarki Vágstún, Henry Heinesen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Álvur Christiansen og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen á vøllin. Á bonkinum uttan at koma inn vórðu Ivan Joensen og Kristian Andreasen.

Tað varð væntandi at oddadysturin fór at gerast ein nervøs affæra og soleiðis bleiv tað eisini. Liðini løgdu bæði varliga frá landi, men tað tóktist sum at KÍ vildu sigurin meir og at TB var komi til Klaksvíkar eftir í eina stiginum. Í fyrra hálvleiki kom KÍ til tveir gyltar málkjansir. Tann fyrra fekk Henry Heinesen eftir framúr innleggi úr høgru frá eyðsýnda Bjarka Vágstún. Henry kom at standa púra ódekkaður við aftaru stong og skuldi bert stýra bóltinum inn, men tíverri fyri hann og KÍ fór bólturin skeivumeðna stongina. Seinna málkjansin fekk Steffan Kalsø eftir høgan bólt úr vinstru. Steffan snýtti rangstøðufellina og elti bóltin, ið mundi verða eini 20 metrar uppi í luftini. Tá bólturin rakti manshædd aftur var tað krúllurin á Steffan í tók og hann mundi bert standa 4 metrar úr málinum mitt fyri. Onkursvegna fekk serbiski málverjin hjá TB hendurnar á og jústaði bóltin út til horna.

TB hevði tvær farligar støður í fyrra hálvleiki og vóru tær júst eins, teir høvdu fingið fríspark úti í síðuni og løgdu síðani høgar bóltar inn í okkara brotsteig, men tó uttan úrslit. Lærupengin her má verða at leikararnir hugsa seg um og ikki gera bílig fríspørk á miðjari egnari hálvu, tá ongin vandi er á ferð, men sum síðani blíva ein vandi av frísparkinum.

Farið varð til hálvleiks við støðuni 0-0. Teir mongu áskoðararnir mundu tó kenna á sær at eitt mál fór at koma.

í seinna hálvleiki helt KÍ á við at trýsta og komu til farligar støður nakrar ferðir. Steffan fekk risamøguleika tá herviligi Henry úr høgru plantaði eitt innlegg á Kalsø mannin, ólukkutíð fór stútarin viðsíðurnar av. Tað luktaði av einum javnleiki, men KÍ hevur íbygda styrki at trúgva á egnan mátt, so tá áskoðararnir helst høvdu innstilla seg uppá ein málleysan javnleik, tók Steffan sakina í egnar hendir.

Fríspark til KÍ á miðjum vølli og heldur enn at spæla stutt víðari tók John Hammer avgerð um at bíða, fáa fólki fram og seta TB verjuna undir trýst. Umframt Steffan fanst eisini innskifti Sámal á Tjaldrafløtti Olsen ímillum oddafiskarnar og teir báðir tilsamans munnu standa hvørjum manni kurl í luftspælinum. John sendi ein góðan bólt inn í TB brotsteiginog TB verjan megnaði ikki at fáa bóltin vekk. Steffan var knappur og Karate Kid'aði bóltin í netið. Rómurin varð øgiligur á metáskoðarafjøldini.

KÍ fjeppararnir skulu ikki gloymast í hesum sambandi. Tað er eitt sera gott samband ímillum fjeppararnar og leikararnar og tað kom best til sjóndar tá allir leikararnir klappaðu út til áskoðaraskýli eftir dystin

Næstu tveir dystirnir eru á útivølli. Komandi leygardagin spælur KÍ ímóti EB/Streymi í Streymnesi og vikuna eftir spælur KÍ ímóti 07 Vestur í Sørvági. Síðani fer 1.deild í feriu og fyrsti dysturin eftir feriuna verður á Summarfestivalinum ímóti Víkingi