12 Juni 2010
5 varð talið tá KÍ vann sín fimta sigur á rað heili 5-0 í Gundadali

Frálíka gongdin hjá KÍ heldur fram. Í dag varð arvafíggindin úrlatin á heimavølli við einum eyðmýkjandi 5-0 tapi
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen (liðsk.), Niels Pauli Danielsen, John Hammer, Bárður Heinesen, Bjarki Vágstún, Henry Heinesen og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen. Í seinna hálvleiki komu Andrias Ellingsgaard, Álvur Christiansen og Steffan Kalsø á vøllin. Á bonkinum uttan at koma inn: Heri Klein Olsen, Daniel Dam.
Tey sum fylgja væl við KÍ leggja til merkis at hvørki Ivan Joensen ella Kristian Andreasen vórðu at finna ímillum teir, sum leiktu í gjár. Kappingin er somikið hørð fyri at sleppa á liðið at venjarin Aleksandar Djordjevic hevur fingið ein jaligan trupulleika at dragast við. Ikki bara skal hann taka dagar ímillum hvørjir teir fyrstu 11 leikararnir skulu verða, men eisini teir fyrstu 16. Á bonkinum í gjár sótu fimm svangir mans, ið allir fúsir vilja stríðast fyri KÍ sakina og Aleksandar valdi at taka tier við til havnar. Tískil leiktu Kristian og Ivan við 2.deild ígjár og teir vórðu við at húðfletta ÍF heili 11-1.
Slík kapping um at koma á liðið er bert jaligt fyri liðið - menn mugu stríðast fyri sínum plássi og teir vita at um formurin dykkar, ja so eru aðrir menn, ið meir enn fegnir vilja sleppa framat. Skaðar og leikbann plaga at gera um seg hesa tíðina og tað sum eftir er av kappingarárinum og hetta kann gerast kjansurin hjá teimum, ið eru uttanfyri. Tá ræður um at taka kjansin!
Aftur til dystin í Gundadali
KÍ var omaná allan dystin og fyrri hálvleikur var bert 17. minuttir gamal tá Henry Heinesen við einum av sínum sermerkt góðu innleggum fann skallan á Sámal á Tjaldrafløtti Olsen. Sámal er ein somikið stórur og sterkur maður, at málmaðurin rakk als ikki upp til hansara og so kundi bólturin leggja seg í netið til 1-0. KÍ helt á við at trýsta og í 40. minutti gav tað úrslit tá Bjarki Vágstún bleiv spældur leysur í høgru síðu av brotsteigarmarkinum. Hann setti bóltin elegant upp í vinstra horn. 2-0. Bjarki er enn ein leikari, sum stendur í stórari menning. Hann er við at finna stevið og neyðuga frekleikan, ið ein vongspælari má hava. Bjarki er uttan iva skjótasti leikari á liðnum og hann kann terrorisera allar vinstru-bakkarnar í deildini.
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Tað var KÍ, ið setti ferðina upp og niður á dystinum, sum teir ynsktu. Í 65. minutti hevði HB eitt álop, sum Niels Pauli breyt. Hann setti ferð á fram eftir miðjum vølli, avleveraði út til Bjarka í høgru, sum síðani legði boltin til rættis, hugdi upp og legði bóltin við millimeturpræciss'heit fyri skallan á framstormandi Niels Paula, ið stútaði bóltin í netið - eitt framúr vakurt mál. 3-0. Niels Pauli hevur nú skorað tveir dystir á rað og leikti hann sín besta dyst í ár. Niels Pauli er kendur fyri sína sera góðu fyrstu berøring og yvirblikk, men hesa síðstu tíðina er hann harumframt farin at krydra sítt spæl við hørðum tacklingum og jagstrandi trýsti. Niels Pauli ber kenda 10'talið á rygginum og hann skal vita at við tí fylgir ein ábyrgd. Ein ábyrgd um at kunna nakað eyka og harumframt at kempa líka hart sum allir hinir - hesa ábyrgd lyfta herðar hansara eftirhondini.
Í 73. minutti bleiv 4-0 tá Álvur Christiansen bleiv síðstur í eini røð av skotum. KÍ leikararnir stóðu mestsum í kø at skora og tann altíð kempandi Álvur fekk sett gongd á aftur málskoring sína. Álvur er við aftur eftir at hava verið uttanlanda og smiðað. Álvur er ein fongur fyri liðið.
Fyri at runda av staðfesti Henry Heinesen sín toppskoraraleiklut við einum perlumáli - ikki so nógv fyri avslutningina, men heldur fyri sjálvt uppspæli. Aftur var Bjarki Vágstún við í spælinum í høgru. Hann fekk lagt aftur til John Hammer, ið síðani legði bóltin flott innyvir og har stóð Henry og kundi skalla bóltin í netið til endaliga støðuna 5-0. John Hammer leikti væl á miðjuni og ein sær beinavegin at hann hevur royndir frá Vodafonedeildini. Við John á miðjuni er dysturin um miðvøllin hálvvunnin áðrenn fyrsta bríksl er farið.
Alt í alt eitt perluavrik av nøkrum perluleikarum.
Men, men. Nú er ikki at taka frá, tí enn er kappingin ikki hálvrunnin. Næsti dystur er ímóti TB í Klaksvík leygardagin 19. juni
Tað verður eitt satt oddabrak. Okkara menn hava nakað at hevna eftir at vit taptu á Sevmýru fyrr í ár.






