Við sínum fjórða sigri á rað hevur KÍ fingið vind í seglini

Image
Hugaligt at fleiri og fleiri koma til dyst

 

Í góðveðrinum í gjárkvøldi vann KÍ sannførandi 3-0 ímóti AB, hóast tvey av málunum vórðu sett inn av AB leikarum í egið mál. Tað er at fegnast um at alsamt fleiri áskoðarar koma til dystirnar.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Niels Pauli Danielsen, John Hammer, Bárður Heinesen, Bjarki Vágstún, Henry Heinesen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Andrias Ellingsgaard, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Álvur Christiansen á vøllin.

Jógvan Isaksen var sjúkur, men byrjaði tó inni. Hann helt fyrra hálvleik, men mátti lata seg skifta út tí at heilsustøðan versnaði munandi. Tá mátti Aleksandar broyta allar keturnar og tað sást aftur í eini 10. minuttir og AB kom eitt sindur við, men annars stóð KÍ fyri tí mesta.

Í fyrra hálvleiki royndu KÍ leikararnir at trýsta, men komu ongantíð til nakra veruliga vandastøðu. Farið varð til hálvleiks við støðuni 0-0.

Í seinna hálvleiki megnaðu tungu AB leikararnir ikki at standa ímóti trýstinum og settu bóltin í egið mál. Eitt gott innlegg kom úr høgru og AB-miðverjin gjørdi ikki mætari enn at seta høvdið á og so fór bólturin uppum málmannin til støðuna 1-0. Talan var í grundini um eitt vakurt mál hjá miðverjanum - um tað altso hevði verið røttu meðin!

Hetta fekk KÍ spælið at flóta betri og álopini skolaðu niðan ímóti Bøgøtu, til mikla gleði fyri allar KÍ fjeppararnar. Bjarki Vágstún legði, eftir støðugt KÍ trýst, ein returbólt innfyri og Niels Pauli Danielsen stýrdi flott bóltin við høvdinum í handara horn til 2-0. Áskoðararnir fegnir, men teir vildu hava meir - og teir fingu meir.

Tí móti endanum av dystinum fekk Sámal ein stikning fram eftir vøllinum. AB verjuleikarin var tó í góðari støðu og fólk flest væntaðu at hann kundi greiða støðuna. Sámal helt á at stressa verjuleikaran soleiðis at hann ikki fekk orientera seg nevnivert. Hetta førdi til at AB mál- og miðverjin fóru skeivir av hvørjum øðrum og bólturin trillaði í AB málið til endaligu støðuna 3-0.

Dysturin varð tikin uppá video og hóskvøldi fara leikararnir í Atlantis at hyggja at dystinum. Hetta er gylt høvi hjá Aleksandar at tosa taktiskt við sínar leikarar.

Næsti dystur er á útivølli leygardagin ímóti HB.