Tað er blivið munandi betri at kaga i myndasavnið eftir at Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið um endan

Image
96' liðið og dagsins KÍ lið

Klaksvíkar Ítróttarfelag er á tremur við dugnaligum fólki, ið vilja felagsskapinum tað besta. Heimasíðan hevur haft eitt myndasavn, men tað hevur líkasum ikki haft tær bestu umstøðurnar.

Inntil í dag!

Tí nú hevur evnaríki myndamaðurin Eyðbjørn Jacobsen játta at fóðra myndasavni við sínum frálíka væl tiknu myndum. Eyðbjørn hevur tikið myndir av bæði monnunum, kvinnunum og eisini ungdóminum í KÍ. Ivaleyst fer myndasavnið at bólgna komandi tíðina.

Myndasavnið er uttast til høgru á breddanum beint yvir tíðindunum, men kann síggjast her