30 Mai 2010
KÍ gjørdi tað óneyðuga torført at fáa sigurin heim, men hava nú vunnið tveir dystir á rað

Vit spældu ímóti botnliðnum og tað var um reppið at teir sluppu undir leirvíksfjørð við tí eina stiginum. Okkara menn vístu tó klassan og vunnu fult uppiborðið - hóast bæði ein og tveir leikarar minni, fittan part av dystinum.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Daniel Dam, Kristian Andreasen, Niels Pauli Danielsen, Ivan Joensen, Bjarki Vágstún, Henry Heinesen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Rudolf Eliasen og Sámal á Tjaldrafløtti Olsen á vøllin.
Í fyrra hálvleiki legði KÍ seg á dystin beinavegin og longu í 7. minutti legði Steffan Kalsø KÍ framum tá hann hevði plasera seg perfekt við aftaru stong soleiðis at tá innleggi kom stóð hann púra ódekkaður. Hann setti krúllin á og so stóð 1-0. KÍ helt á við at trýsta uttan tó at geva úrslit.
Og so í 24. minutti spældi dómarin við B68 tá hann steðgaði einum KÍ uppspæli við at stilla seg fyri bóltin og so kundi B68 fara í snarálop har Gunnar ongan kjans hevði at taka bóltin. 1-1. Og fyri at gera ilt verri fekk Kristian Andreasen, ið altíð ofrar seg 100%, sítt næsta gula kort og mátti av vøllinum í 44. minutti.
Dómarin var eitt kapittul fyri seg í dystinum - læt okkum siga at hann hevði ein óhepnan dag!
Farið varð til hálvleiks við støðuni 1-1 og Aleksandar man hava psyka sínar menn væl upp tí tað sást ongantíð á leikgongdini at KÍ var ein færri. Sum dysturin leið legði KÍ meir og meir trýst á við at hava nærum alt liðið á B68 hálvuni. Tað skapti tvær støður har B68 fór í kontraálop, men vælleikandi Gunnar á Steig tók sær av øllum - tað sá út til at toftamennirnir ræddust, annars fitta, sníðið í Gunnari.
Aleksandar hevði tikið Sámal á Tjaldrafløtti Olsen upp frá 2. deild eftir at bæði Bárður Heinesen, Andrias Ellingsgaard og John Hammer ikki vóru tøkir. Sámal fekk 12 - 15 minuttir á vøllinum og hesa løtuna vísti hann sera góðar taktir - Og tað var eisini Sámal sum gjørdist matchvinnari við einum frálíkum skoti útifrá. Taka vit eitt sindur av ættargransking við hesaferð, so er Sámal sonur Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Hera Olsen.
Fyrsta umfar á 9 dystir er nú lagt aftur um bak og KÍ hevur sostatt leikt ímóti øllum liðunum í 1.deild. Tí kann ein lítil samanumtøka væl tola dagsins ljós.
Tað sum kann sigast er at KÍ hevur víst at tað kann vinna ímóti øllum og tapa ímóti øllum - tá so er, er tað serliga hugburðinum ein kann fara eftir og arbeiða við. Tað er týdningarmikið at leikararnir, ið standa í stórari menning, læra at fara til hvønn dysti við sama vinnarahugburði líkamikið hvat mótstøðuliðið er!
Í mun til sokallaðu favorittliðini, nr 1, 2 og 3 er serliga vert at leggja sær í geyma at KÍ hevur vunnið ímóti bæði 07Vestur og HB. Hinvegin hava vit tapt ímóti TB á útivølli, men tað er valla ein skandala.
Í mun til liðini, sum liggja í botninum, nr 8, 9 og 10, sæst at KÍ hevur fingið fult ímóti B68, NSÍ og AB.
Liðini í miðjuni, nr. 5, 6 og 7, hevur KÍ haft tað torført við. Tað er blivið til tveir javnleikir og eitt tap.
Næsti dystur er á Norðoyastevnu leygardagin 5. juni kl. 18.00 ímóti FC Hoyvík.






