Finalan um løgmanssteypið verður leikt í Klaksvík, fríggjadagin 6. august 2010, kl. 18.00.

 

 

Fyri vakna lesarin sæst at finalan verður á Summarfestivalinum.

Heimasíðan hjá FSF skrivar soleiðis í kvøld:

- Á fundi í starvsnevndini í dag, 27.mei, varð avgerð tikin um, at finalan um løgmanssteypið verður leikt í Klaksvík, fríggjadagin 6. august 2010, kl. 18.00. Finalan verður sostatt leikt á Summarfestivalinum.
 
Semja er gjørd við fyrireikararnar av Summarfestivalinum um, at einki tónleikatiltak verður, meðan finalan verður leikt.
 
Kappingarnevndin hevur havt samráðingar við Tórshavnar Kommunu um at leika finaluna á Ólavsøku. Tórshavnar Kommuna setti sum treyt fyri hesum, at FSF rindar kr. 100.000 í leigu fyri ovara vøll í Gundadali.
 
Klaksvíkar Kommuna vendi sær fyrr í ár til FSF við einum tilboði um, at finalan verður leikt í Klaksvík. Kappingarnevndin hevur síðani havt samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um henda spurning.
 
Eftir hesar samráðingar mælti ein samd kappingarnevnd til, at finalan verður leikt í Klaksvík á Summarfestivalinum.
 
Starvsnevnd  hjá FSF hevur í dag tikið undir við hesum tilmæli.