23 Mai 2010
KÍ kom aftur á slóðina eftir sannførandi sigur á NSÍ
Stríðsviljin varð aftur at síggja á KÍ liðnum og júst hesin varð viðvirkandi til ein greiðan og fult uppibornan sigur í góðveðrinum við Løkin ígjár.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steg, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Daniel Dam, Sørmund Kalsø, Bjarki Vágstún, Ivan Joensen, Kristian Andreasen, Niels Pauli Danielsen, Tórður Lervig og Henry Heinesen. Í seinna hálvleiki komu Bárður Heinesen, Steffan Kalsø og Andrias Ellingsgaard á vøllin.
Í fyrra hálvleiki legði KÍ betur út fyrstu minuttirnar og tað gjørdu vit okkum eisini dælt av. Eftir horna úr høgru varð Sørmund hægstur og stútaði bóltin í kassan. Frálíkt innlegg frá Niels Paula, hetta var í 25. minutti. Gjøgnum allan fyrra hálvleik sást at leikararnir vildu reisa seg eftir tapið ímóti Víkingi síðsta vikuskifti. Beinharður innsatsur er leiðin fram. Farið varð til hálvleiks við støðuni 1-0.
Í seinna hálvleiki hildu KÍ leikararnir á við góða arbeiðsinnsatsinum. Tað var gott veður og tískil var vøllurin turrur. Vøllurin er sama slag sum í Klaksvík og er heilt hopileysur at leika á tá hann er turrur. Góðar kombinatiónir við flytingum á jørðini vórðu snøgt sagt ógjørligar hendan dagin. Fyri tað mesta gekk uppspælið út til bakkarnar og so sendingar fram og tað var eisini júst soleiðis seinna málið kom. Eftir eina langa sending úr vinstru fær Steffan Kalsø spælt Bárð fríðan og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka til úr 25 metra frástøðu. Bólturin mundi strekkja meskarnar nakað tá hann fór buldrandi framvið NSÍ málverjanum - eitt sera vakurt mál.
Annars kann sigast at heilt nógv gul kort vórðu givin til KÍ leikararnar. So løgið tað ljóðar er hetta í grundini at fegnast um. Tað er komin ein tiltrongd kynisma inn á liðið og vónandi heldur hetta fram.






