15 Mai 2010
Vit fingu onki við okkum úr illveðrinum í Leirvík har bæði liðini endaðu við 10 monnum
Vit taptu okkara næsta dyst í ár og hava báðir eru teir taptir á útivølli. Henda gongdin má vendast sum skjótast.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Heri Klein Olsen, Sørmund Kalsø, Daniel Dam, Kristian Andreasen, Niels Pauli Danielsen, Tórður Lervig, Henry Heinesen, Bjarki Vágstún og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Ivan Joensen, Bjarki Vágstún og Bárður Heinesená vøllin.
Víkingur fekk tvey mál har tað fyrra var eitt langskot sum Gunnar ikki fekk gjørt nakað við. Næsta málið hjá Víkingi kom í seinna hálvleiki eftir verjuvillu.
Málið hjá KÍ fekk Steffan Kalsø eftir frálíkt einmansavrik har hann setti alla verjuna av og setti bóltin elegant í handara horn við vinstra fótinum.
Jógvan Isaksen fekk reyða kortið eftir tvey gul og tað var í ordan. Jógvan spældi ikki ein av sínum bestu dystum, eins og mesti parturin av liðnum.
KÍ hevur nú leikt 7 dystir og liðið hevur víst at tað kann vinna ímóti øllum og tapa ímóti øllum. Tað sum ræður um er at hækka sokallaða botnstøði og harivð tryggja at stig koma á konto'ina eftir hvønn dyst. Liðið er ungt og leikararnir standa í stórari menning. Við hørðum arbeiðsinnsatsi, eymýkt og tiltiknu frú fortunu er vónin at liðið kann røkka settum málum.






