KÍ staðfesti oddastøðuna við týdningarmiklum heimasigri ímóti vágamonnum

Image
Jógvan leggur KÍ á odda 3-2

 

Trýstið var á KÍ tá vágamenn komu á vitjan. Skuldi KÍ ikki verða lagt ov langt aftur um bak so var setningurin greiður - ein sigur var eitt krav.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Heri Klein Olsen, Sørmund Kalsø, Daniel Dam, Kristian Andreasen, Tórður Lervig, Niels Pauli Danielsen, Henry Heinesen, Álvur Christiansen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Bárður Heinesen, John Hammer og Bjarki Vágstún á vøllin.

Í fyrra hálvleiki løgdu bæði liðini varliga út, men so við og við fekk KÍ yvirtakið og hetta endaði við at Henry Heinesen fekk kúluna í kassan eftir neyvum innleggi frá Jógvan Isaksen. Hann tók bóltin hegnisliga niður við bringuni ímillum 07 Vestur miðverjarnar og setti bóltin trygt í netið. Hetta setti veruliga lív í fjøldina. Men ikki gekk long tíð so lá bólturin í KÍ málinum. Ein av útlendingunum fekk sneitt miðverjuna av og hamraði bóltin í kassan. Og so gjørdi Jens Erik ein "Vilfort" nakað aftaná og fekk harvið sent eina avslutning avstað sum Gunnar einki fekk gjørt við. Tað mundi einans verða dómarin og linjuverjin, ið ikki sóðu tilburðin!! Stutt undan hálvleikinum fekk KÍ brotsspark tá Steffan jagtaði ein stikning og var fyrri á bóltinum enn 07 Vestur málverjin, sum jarðlegði KÍ áleyparan. Henry Heinesen setti sær bóltin á brotssteigarblettin og lat ongan iva verða um útjavningina. Hann fekk málmannin skeivan veg og legði síðani bóltin køli í hina síðuna. 2-2 til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki dovnaði dysturin sera nógv og fólk høvdu helst innstilla seg uppá ein javnleik ímillum oddaliðini, men hetta vildi liðskiparin Jógvan Isaksen øðrvísi. Eftir innlegg frá John Hammer, ið er aftur eftir eina tíð úti í heimi, snýtti Jógvan off-side felluna og gjørdist púra einsamallur og fekk sett høvdið á uttan møguleika hjá 07 Vestur málmanninum. Og ímóti endanum fekk Steffan Kalsø eitt dreymamál tá hann smekkaði til við vinstrabeini úti í vinstur. Bólturin smeyg sær framvið málmanninum og upp í høgra horna - eitt sera vakurt mál.

Tá dómarin floytaði dystin av var fjøldin væl nøgd og nú dagarnir gerast heitari eru fleiri fólk farin at síggjast á plenuni. Hetta er at fegnast um. 

Næsti dystur er hinumegin leirvíksfjør tá KÍ skal leika ímóti Víkingi.