Tað kendist sum ein ósigur tá EB/Streymur fekk javnað ímóti endanum av dystinum

Image

 

KÍ var klárt betra liðið og munnu teir iðra seg um bert at fáa javnleik. At so bleiv, kunnu teir bert takka sær sjálvum fyri. KÍ átti at hava sløkt dystin við máli nummar tvey, men heldur hinvegin henda tað sum ikki mátti henda - EB/Streymur skoraði uppá sín einasta kjanst, sum í roynd og veru ikki var nakar kjansur.

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Heri Klein Olsen, Sørmund Kalsø, Daniel Dam, Kristian Andreasen, Ivan Joensen, Steffan Kalsø, Álvur Christiansen, Ísak Simonsen og Bárður Heinesen. Í seinna hálvleiki komu Niels Pauli Danielsen, Henry Heinesen á vøllin

Í fyrra hálvleiki kom EB/Streymur betri frá byrjan men við tíðini fekk KÍ meir og meir spæl. Hetta gav úrslit beint undan hálvleiksteðginum tá Heri Klein Olsen kanónstútaði eitt hornað úr høgru í kassan. Heri tekur seg fram fyri hvønn dyst og tað er stuttligt at fylgja við hansara menning.

Image
Tað leikaði hart á viðhvørt

Í seinna hálvleiki hevði KÍ yvirvág og Henry Heinesen var óheppin ikki at avgerða dystin tá hann avsluttaði eitt fantastiska flokk KÍ álop við eini sendig, ið brast á tvørtræið. Móti endanum fekk EB/Streymur hornað úr vinstru og megnaðu teir onkursvegna at fáa bóltin inn við handaru stong. Eitt uppskot herfrá vil verða at hava fólk við báðar stengur framyvir!

Næsti dystur er á heimavølli leygardagin 8. maj kl. 17.00 í móti oddaliðnum 07 Vestur.