KÍ hevur heimadysti ímóti EB/Streymi leygardagin 1. maj, ið samstundis eisini er tunnilsdagur

Image
John Hammer er byrjaður at venja (savnsmynd)

Úr hópinum frætta vit at Steffan Kalsø er byrjaður at venja aftur. Harumframt var Oddmar Marstein aftur at síggja í gjár fyri fyrstu ferð í útvið tríggjar mánaðir, eftir at hann hevur verið úti við skaða. Høgni Madsen er farin til Danmarkar aftur.

John Hammer er komin aftur til landið eftir eina tíð úti í heimi og ivaleyst ætlar hann sær eitt pláss á KÍ liðnum. John leikti við 2. deild menn leygardagin har hann fekk eitt mál.

Av tí at talan er um tunnilsdag kann væntast ein ávís nøgd av áskoðarum.

Dysturin byrjar kl. 17.00