25 Apríl 2010
Aldursforsetin fór avstað við øllum í tøttum dysti á Sevmýri
Tað var nógvur vindur og hetta merkti dystin nógv. TB lá omaná tá Ransin bríkslaði fyri síðstu fer og tað munnu okkara leikarar ergra seg yvir.
Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Heri Klein Olsen, Sørmund Kalsø, Daniel Dam, Kristian Andreasen, Ivan Joensen, Tórður Lervig, Niels Pauli Bjartalíð Danielsen, Álvur Christiansen og Henry Heinesen. Í seinna hálvleiki komu Bjarki Vágstún, Barður Heinesen og Rudolf Eliasen inná vøllin.
Tað var annars KÍ sum legði seg á odda tá Tórður Lervig smekkaði eitt frísparksinnlegg úr vinstru inn í TB brotsteigin og ímillum vinir og fíggindar beindi 17 ára gamli Heri Klein Olsen bóltin í málið. Stutt eftir hetta fær TB brotsspark tá KÍ verjuleikari fellir ein TB'ara og Joseph setti bóltin trygt í málið. Fari varð til hálvleiks við støðuni 1-1. KÍ hevði mótvind og tað legði verjuna undir ávíst trýst, men megnaðu teir tó væl at byrgja fyri.
Í seinna hálvleiki fær TB eitt mál eftir hornaspark úr vinstru. Bólturin rakar eitt TB høvdu og støðkur niður í svørin og fer ímóti málinum har ein TB leikari fær sett høvdi á beint framman fyri málið og so stóð 2-1. KÍ framdi tríggjar útskiftingar, ið allar á hvør sín hátt styrktu um liðavrikið. Trýsti var øgiligt ímóti TB málinum og í yvirtíðini fær Álvur ein gyltan møguleika at javna, men onkursvegna fekk málmaðurin beint bóltin útum málrammuna.
At tapa 2-1 á útivølli ímóti TB er eingin skandala. Okkara menn eru ungir og enn óroyndir. Dystinum fara teir at læra nógv av og sum tað sæst á stigatalvuni til høgru liggja vit í oddinum. Enn eru nógvar súðir eftir at syfta.






