21 Apríl 2010
Á norðoyastevnu verður forkunnugur dystur ímillum vælleikandi '96 liðið hjá KÍ og dagsins KÍ lið

Flestu KÍ fjepparar minnast við gleði og vælnøgd aftur á minniliga '96 liðið hjá KÍ. KÍ endaði hetta árið sum nummar 2 í bestu mansdeildini einans við verri málúrtøku enn meistararnir GÍ hetta árið. Tað var havnamaðurin, landsliðs- og HB legendan Jóannes Jakobsen, ið var venjari hjá KÍ hetta árið og hann fer eisini at standa á síðulinjuni nú boð aftur eru eftir honum.
Sera nógvir góðir leikarar spældu við '96 liðnum og tað fólk minnast liðið fyri er fyrst og fremst góða bóltspælið har leikarar sum m.a. Allan Joensen, Arnold Joensen, John Ryan og Allan Mørkøre vístu sínar dygdir. Leiktir blivu einans 18 dystir í landskappingini tá og Kurt Mørkøre spældi í 17 av hesum, har hann skoraði ikki minni enn 20 mál.
Heimasíðan hevur leitað í dystaryvirlitinum hjá faroesoccer.com og niðanfyri síggjast leikararnir við hagtølum frá 1996.
Nógvir eru aktivir leikarar enn og aðrir hava hildi seg ígongd. Men tó eru summir komnir væl upp í árini og venjingarstøðan er ivaleyst ikki eins góð og hon var í 1996, men enn eru einar 10 vikur til dystin so til ber at taka nakrar rennitúrar :)
Dysturin ímillum dagsins KÍ lið og '96 liðið verður sunnudagin 6. juni.
Dagsins 1.deildarliðið hjá KÍ sleppur sostatt veruliga at royna seg á Norðoyastevnu, tí leygardagin 5. juni spæla teir týðandi dyst ímóti FC Hoyvík






