KÍ vann trivaligan og fult uppibornan sigur á heimavølli í dag ímóti HB

Image
Jógvan Isaksen leggur KÍ á odda

 

KÍ setti HB so ruddiliga uppá pláss í góðveðrinum í dag. Talan gjørdist um stórsigur, ið væl kundi haft verið enn størri.

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Jógvan Isaksen, Heri Klein Olsen, Daniel Dam, Sørmund Kalsø, Høgni Madsen, Kristian Andreasen, Tórður Lervig, Álvur Christiansen, Ísak Simonsen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu Niels Pauli Danielsen, Ivan Joensen og Bárður Heinesen inn á vøllin

Dysturin var ikki meir enn bríkslaður í gongd so lá bólturin í HB málinum. KÍ fekk eitt hornaspark, sum Tórður sendi innfyri og Jógvan Isaksen fekk sett fótin á. KÍ var betur allan dystin eg allir mans kempaðu frá fyrsta til síðsta bríksl. Málið til 2-0 kom tá Álvur Christiansen heilfluktaði úr høgru uttan møguleika hjá HB-málmanninum. Og tað var eisini Álvur, ið skoraði til 3-0 tá hann bleiv spældur ígjøgnum og hann tjippaði uppum málmannin. Álvur Christiansen spælir sín besta fótbólt og hansara fremsta dygd eru hansara høga orkustøði. Hann kann renna sólina svarta, tvær ferð. Harumframt vísir hann neyvleika frammanfyri málið og tað er at fegnast um. 

Farið var til hálvleiks við støðuni 3-0.

Í seinna hálvleiki hildu KÍ leikararnir á við góð spælinum. Teir pressaðu HB yvir allan dystin. Í 61. minutti fekk Jógvan Isaksen, ið leikti á høgra bakki í dag, aftur ein kjans og setti hann bóltin trygt í netið. Tórður Lervig gjørdi tað til 5-0 áðrenn HB fekk sítt mál til endaliga støðuna 5-1. 

Næsti dystur er á Tvøroyri ímóti aldursforsetanum og tað hoyrdist í skýlinum at Bláa bylgjan ætlar at skipa fyri fjepparatúri komandi leygardag. Hetta kann gerast sum i gamle dage ímillum tveir risar í føroyskum fótbólti.