Toppurin brestur saman leygardagin í 1.deild menn tá HB kemur á vitjan í Klaksvík

Image
Aleksandar hevur allar mans tøkar ímóti HB

 

Sum tað sæst á stigatalvuni til høgru verður talan um ein toppdyst tá KÍ og HB bresta saman leygardagin. Næstbesta HB liðið er, sum vant, væl mannað við bæði ungum og royndum leikarum.

Hjá KÍ eru allir mans tøkir og venjarin Aleksandar Djordjevic hevur fleiri jaligar trupulleikar at dragast við. Fleiri leikarar eru um til fyrstu 11 plássini og spennandi verður at síggja hvussu venjarin fer at seta liðið.

Dysturin byrjar kl. 15.00 og væntast kunnu nógvir áskoðarar.