10 Apríl 2010
KÍ vann í næstu royndini og spælið gerst betur og betur

Liðið hesuferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Heri Klein Olsen, Daniel Dam, Jógvan Isaksen (liðsk.), Høgni Madsen, Kristian Andreasen, Ivan Joensen, Álvur Christiansen, Jákup Hansen og Henry Heinesen. Í seinna hálvleiki komu Steffan Kalsø og Niels Pauli Danielsen á vøllin.
Tað var nógvur vindur á Argjum og hetta darvaði spælinum heilt nógv. KÍ varð omaná allan dystin men orsakað av vindinum varð domineringin ikki so øgilig, ið hon kundi haft verið. Fyrsta málið kemur eftir at Ivan Joensen fær bóltin á miðjuni, tekur eitt trekk fram eftir og smekkar til úr langstøðu. AB málverjin fær bert hálvbjarga og bóltin støkkur út til árvákna Henry Heinesen, ið var fyrstur á returinum og so var 1-0. Ivan Joensen fekk ein snudd undir bringuni og Steffan Kalsø kom inn í hansara stað.Farið var til hálvleiks við somu støðu. Í seinna hálvleiki hevði KÍ mótvind og hetta dugdu okkara leikarar betur at fáast við. Spælið var til tíðir gott við einstøkum sera góðum kombinatiónum. Tað var serliga okkara høgra síða har vælleikandi Álvur Christiansen varð ein støðug hóttan.

Niels Pauli Danielsen avloysti Henry Heinesen og Steffan varð tá fluttur upp í topp við Niels Paula liggjandi aftanfyri. Niels Pauli vísti beinavegin hvør dugur er í honum við fleiri góðum stikningum fram í holini til Álv, Steffan og Jákup at elta. Niels Pauli stendur í stórari menning og tað sæst at hansara styrki er bóltspæl í fóthædd. At enda fekk Høgni Madsen, ið aftur í dag spældi ein sera góðan dyst, eitt mál tá hann kom at standa ótarnaður uttanfyri AB brotsteigin og setti tánna á og bólturin smeyg sær dygst út í høgra horn uttan at AB málverjin hevði nakran kjans. 2-0 og dysturin í roynd og veru avgjørdur. 2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Av jaligum søgum sum kunnu dragast úr KÍ leguni kann sigast at Daniel Dam veruliga hevur meldað sín ankomst. í 1. deild Hann fekk kjansin í KÍ miðverjuni, tá Sørmund Kalsø hevði leikbann, ímóti FC Hoyvík og leikti sera væl. Ímóti AB spældi hann enn ein framúr dyst og hevur givið Aleksandar ein jaligan trupulleika at dragast við. Sunn og góð kapping vil bert gera liðið betur og eisini leikararnar betur tá teir mugu kýta seg enn meira at ávíkavist halda uppá plássið og at vinna sær pláss á liðnum. Eisini Heri Klein Olsen leikti væl á vinstra bakki, nú hann fekk kjansin frá byrjan. Hetta var fyrsti dystur sum hann byrjar á fremsta mansliðnum hjá KÍ.
Næsti dystur er ímóti HB í Klaksvík næsta leygardag. Sum tað sæst á stigatalvuni í høgru er hetta ein toppdystur tá HB liggur nr. 1 og KÍ nr. 3.






