Oldboys liðið, ið skal til Íslands í summar, skal í kvøld leika ímóti einum útvaldum liði á plenuni

Oldboys'arnir hjá KÍ eru listaðir í 40+ kategori'ini og hava teir haft fyri vana at luttikið í oldboyskapping í Íslandi. Venjingarstøðan er kanska ikki tann sama, ið hon plagdi at verða og tískil verður venjing á skránni komandi tíðina.

Í kvøld kl. 21.00 leika teir so ímóti einum útvaldum liði.

Oldboysliðið er mannað av: Símun Paula Sivertsen. Lassin Isaksen, Oddbjørn Joensen, Hallur Joensen, Bent Tommy Linklett, Jan Joensen, Karl Marius Poulsen og Kaj Dam

Útvalda liðið sær nakað soleiðis út: John William Joensen, Jákup Oluf á Lakjuni, Símun Gullaksen, Janus Ellingsgaard, Rúni Heinesen, Andreas Josephsen, Stig Elttør, Fríðin Ziskason, Jóhann Lützen og Eyðbjørn Jacobsen