07 Apríl 2010
Nú eru venjarar settir til bæði 2. deild menn og 3. deild menn
Venjarin hjá 1. deild menn, Aleksandar Djordjevic fer eisini at venja 2. deild menn. Fleiri av leikarunum, sum koma at leika við 2. deild verða teir sum leypa av tá 1.deild spælur. Praktiskt letur tað seg eisini væl gera tá 1. deild menn spælir leygardag ímeðan 2. deild spælir sunnudag. Harvið kann Aleksandar eisini nevyt fylgja við øllum leikarum alla tíðina.
Hjá 3. deild eru tað tveir gamli kenningar í felagnum, ið fara at standa við róðrið. Teir eru Sámal Eyðfin Poulsen og Arnold Joensen. Báðir høvdu teir sína stórheitstíð sum leikarar í 90'unum. Tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at hepnast teimum við venjaragerninginum.






