Hoyvíkingar sluppu undir leirvíksfjørð við 1 stigi og tað skulu teir verða glaðir fyri

Image
Steffan stútar til 1-1
 

 

Liðini býttu stigini í dag og tað kann KÍ ikki verða nøgt við eftir fleiri risakjansir. FC Hoyvík hevði lítið at bjóða uppá, men vóru effektivir tá kjansurin kom.

Liðið hesaferð: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Ísak Simonsen, Daniel Dam, Jógvan Isaksen, Kristian Andreasen, Høgni Madsen, Ivan Joensen, Henry Heinesen, Álvur Christiansen og Steffan Kalsø. Í seinna hálvleiki komu ávíkavist Tórður Lervig, Barður Heinesen og Heri Klein Olsen inn á vøllin.

Veðrið var gott og fitt av fólki hevði leitað sær á plenina at hyggja eftir fyrsta dystinum hjá KÍ í næstbestu deildini. KÍ var omaná nærum allan dystin og skaptu nakrar risakjansir tó uttan at taka av. 

Í fyrra hálvleiki hendi tó ikki tað stóra. KÍ var framvið tó uttan at gerast vandamiklir. FC Hoyvík hevði eitt horna í fyrra hálvleiki og tað var tað. Í seinna hálvleiki legði FC Hoyvík seg framum eftir fríspark úr høgru. Hetta fekk KÍ at vaknað og trýsti øktist javnt og samt tað sum eftir var av dystinum. Og tað eydnaðist at javnað eftir hornaspark úr vinstru. Steffan Kalsø var hægstur eg setti pannuna á uttan møguleika hjá FC Hoyvíks verjuni og málmanni. 1-1 og nú koyrdi KÍ á. Men tá Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu fer var javnleikurin veruleiki. 

Samanumtikið eitt avrik, ið leikararnir ikki heilt kunnu verða nøgdir við. Tó komu teir afturíaftur og tað krevur sítt. 

Heimasíðan hjá bláu bylgju skipar fyri atkvøðugreiðslu um dagsins mann. Tað eru tó bert limir í bláu bylgju sum kunnu atkvøða og tað gerst við at senda ein t-post á Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.  

 

KÍ samstarvar við: Norðoya Sparikassa, Looknorth, Bakkafrost, Intersport og Tryggingarfelagið Føroyar