Mánakvøldið 22. mars innkallaði fótbóltsnevndin saman við Ungdómsvenjaranum til venjarafund

Image
Ungdómsvenjarin greiddi frá leistinum

25 venjarar, nevndarlimir og onnur hjálparfólk møttu til fundin. Sum fundurin vísti, so er venjarahópurin væl mannaður, flestu venjararnir eru vaksnir og fleiri hava drúgvar royndir í bestu deildini, bæði sum venjarar og ikki minst sum leikarar.

Á fundinum greiddi kassameistarin í felagnum, Eyðstein Poulsen, frá leiklutinum hjá Ungdómsvenjaranum, Jóan Paula Jacobsen, og Hans Jacob Heinesen, sum er settur av FSF til at taka sær av skrivstovuarbeiði. Ymisk praktisk viðurskifti vóru havd á lofti.

Eisini formaðurin í felagnum, Tummas Lervig, greiddi frá einum truplum ári í 2009, hvussu felagið kemur at virka í 2010 og at fleiri stuðulsavtalur eru á veg.

Ungdómsvenjarin greiddi frá sínum ætlanum. Bláabók, ið kann lesast aðrastaðni á ki.fo, skal vera grundarlagið hjá KÍ, og út frá henni setti Ungdómsvenjarin spurningin menning kontra úrslit. Síðani greiddi ungdómsvenjarin frá teimum ”fýra beinunum”, sum KÍ skal standa á, og at tað sosiala, tað at fólk trívast, skal fáa tey fýra beinini at sláa røtur. Á fundinum kom eisini fram, at tað heilt greitt er bóltførleikin, sum skal mennast yvir alla linjuna!

At enda var orðið frítt. Serliga Lassin Isaksen nýtti høvið til at gera vart við ymisk viðurskifti. Sum fyrrverandi dómari, so ynskti hann, at dómarin skal vera væl klæddur og at fólk verða send á dómaraskeið. Men eisini eftirlýsti hann ein betri struktur í venjingini, at vit hava leypandi evni og at kunningin gerst betur. Koyring til dystirnar varð umrødd, og vóru fleiri uppskot havd á lofti, sum verða loyst á foreldrafundum. Praktisk viðurskifti, sum t.d. tal av málum og vallarstødd vórðu eisini umrødd.

Eitt mál sum limagjald fylti rættiliga nógv, men har vil nýggja nevndin, at allir leikarar gjalda limagjald. Leikarar, sum ikki vóðru tilmeldaðir ”Tann stóra Tilmeldingardagin” kunnu venja tríggjar ferðir og so skal gjaldið falla.

Nevndin er samd um, at hetta var ein góður fundur, har nógv kom burturúr. Ætlanin er eisini at hava fleiri fundir fyri at menna venjarar og sostatt leikarar!