28 Mars 2010
KÍ hevði kjansirnar at avgerða dystin í vanligu leiktíðini, men mátti lúta í yvirtíðini
KÍ leikti sín fyrsta dyst í ár og stóðu okkara menn onki aftanfyri AB. KÍ hevði bæði einaferð og tværferð kjansin at lukka dystin, men tóku ikki av og at enda streyk AB avstað við øllum.
Liðið í dag: Gunnar á Steig, Rudolf Eliasen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen, Kristian Andreasen, Niels Pauli Danielsen, Steffan Kalsø, Álvur Christiansen, Jákup Hansen og Henry Heinesen.
Veðrið var hampuligt á Argjum, men tað vóru ikki nógvir áskoðarar til dystin. Um tað vóru 10 KI fjepparar til dystin, so var tað tað.
AB varð omaná fyrstu 20 minuttirnar, tá unga KÍ liðið líka skuldi finna seg til rættis. Fleiri av leikarunum hava aldrin leikt saman og helmingurin spældu eisini sín fyrst á besta mansliðnum hjá KÍ henda dagin - tá eru ofta nervar uppií.
Men so við og við kom KÍ inní dystin og hóttu AB málið nakað, uttan tó at gerast heilt vandamiklir. AB kom heldur ikki til nakran málkjans i fyrra hálvleiki. 0-0 í hálvleikinum.
AB kom á odda í 60. minutti eftir vælleikt álopsspæl, men heldur enn at smokka, reistust KÍ leikararnir og vórðu omaná tað sum eftir varð av vanligu leiktíðini. Tað bleiv kempa væl og nakað eftir málið fekk Nikolaj Eriksen reytt kort eftir at hann hevði framt hevnisøku ímóti hartarbeiðandi Kristian Andreasen. KÍ hevði nú alt spælið og tá Álvur Christiansen hegnisliga trekti framvið AB verjuleikara, varð neyðbremsan einasta loysnin og straffi til KÍ. Tað sá út til at ongin hevði hug at taka tað, men Henry fór bragligur eftir bóltinum og setti hann trygt í kassan. 1-1 og ein maður í yvirtal. Beint áðrenn vanliga leiktíðin varð av, fekk Steffan Kalsø ein 100% kjans men misnýtti.
Í yvirtíðini fekk Steffan aftur ein risakjans tá hann bert tveir metur uttanfyri AB málið skallaði ein bólt uppum. Steffan fer óivað at sova illa komandi næturnar, men tað er bert at taka við læru og herja á aftur Steffan!
Nakað eftir hetta kom AB fyri fyrstu ferð fram ímóti KÍ málinum og har mátti Sørmund Kalsø taka hondina til hjálpar, sraffi til AB og reytt kort til Sørmund. Blé skoraði trygt til 2-1 og hetta tyktist at taka luftina úr KÍ leikarunum. Alt bleiv kastað fram í royndini at javnað, men so fór AB í kontra og fekk skorað til 3-1.
Alt í alt eitt meir enn góðkent avrik frá okkara leikarum, ið veruliga vístu at teir stóðu einki aftanfyri AB leikararnar. KÍ hevur í startuppstillingini útilukkandi lokalar leikarar og hesin leistur er at fegnast um. Fleiri leikarar, ið sum sagt spældu sín fyrsta dyst á besta liðnum fara heilt víst at kenna seg tryggari og tryggari eftir nakrar dystir og hetta skuldi ávirkað avrik teirra jaligt.






