Í døgunum 26 -27. mars skipar FSF fyri einum Dómaraskeiðið við próvtøku.

Skeiðið verður í FSF-húsininum í Tórshavn. Skeiðsleiðarar vera Jógvan Jensen, Niklas á Líðarenda og Lassin Isaksen.

Endamál/innihald: Skeiðið hevur til endamáls, at fyrireika teg til dómarapróvtøkuna, og tá ið tú hevur staðið próvtøkuna, verður tú ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og títt arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.

Tíð og staður: Útbúgvingin  tekur 15 tímar, og fer fram í FSF-húsinum, 26.-27. mars 2010.

Útbúgvingin gevur frálæru í:

Dómarin:  
• Fótbóltslógin, 17§´ir sum eru deild í fýra høvusevni
? Byrjan (seta í gongd)
? Rangstøða
? Fríspark
? Málmaðurin
• Tekn/tekngeving (Dómari)
• Fyrisiting ( Dómaraseðil vm.)

HD-dómari 1.
? Hvat skal  veitrast fyri og hvussu.
? Tekn og kropsmál
? Tulking av rangstøðu. (video/DVD)
? Útskifting
Felags
• Verklig undirvísing á vøllinum/samstarv
• Upphiting
• Próvtøka

Førleikar: FSF dómari kann døma ungdómsdeildir, 3.deild, 2.deild og Kvinnudeildina.

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Fyrimunur er um næmingurin hevur tikið grundskeiðið “Dómarin”, tað er tó ikki ein treyt..
Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.000. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar, kostarhald og evt. gisting í FSF húsinum.

At hava við: Tað er neyðugt at hava venjingarbúna og uttandura skógvar við. FSF letur lógbók á føroyskum ella enskum og skriviamboð.

Tilmelding: Áhugaði kunnu venda sær til Hans Jacob Heinesen á KÍ skrivstovuni, tlf 282822, sum avgreiðir tilmeldingina víðari. Tilmeldingarfreistin er týsdagin 23. mars