18 Mars 2010
Klaksvíkar Ítórttarfelag hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við Jóan Paula Jacobsen

Jóan Pauli er 33 ára gamal og eru uppvaksin í felagnum. Hann hevur sjálvur leikt við KÍ øll ungdómsárini har hansara bóltførleiki og góða blikk fyri spælinum var eyðsýnt. Jóan Pauli hevur, hóast ungan aldur, drúgvar venjararoyndir og er nærmast blivin ein fastur táttur tá umræður ungdóm og ungdómsvenjing í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Nú hevur felagið so tryggja sær framhaldandi at Jóan Pauli tekur sær av ungdómsvenjingini í 2 ár.
Myndin er frá tá Bláa bylgja handaði Toda Jónsson gávu í samband við heimkomu hansara í fjør.
Sum eitt lítið kuriosum kann nevnast at Jóan Pauli er javnaldri við Gunnar á Steig, Símun W. Høgnesen og Jóhann Lützen, ið allir á hvør sín hátt berjast fyri KÍ sakini.






