Bláa Bylgjan, við stuðuli frá altíð jaliga Føroya Bjór, ætlar at taka stig til at samla fólk um at koma á vøllin við spaka leygardagin kl 13.00.

Forboð eru givin fyri at grava vøllin við maskinu, og tískil er ikki annað val, um leikararnir í felagnum kunnu sleppa í gongd aftur í komandi viku. Málið er at fáa annan ''16-meturin'' spælikláran til venjingar hjá KÍ. Eftir at hava verið í sambandi við fleiri venjarar í felagnum er breið semja um, at man ikki hevur ráð til at missa venjingar á vøllinum - við bólti - alla komandi vikuna.

Veður forsagnirnar siga, at frá leygardegnum av kemur ikki meir kavi niður. Sunnudagin ella mánadagin byrjar heitari veður. Men verður einki gjørt leygardagin, so er stórur ivi, um vøllurin verður grønur og spæliklárur í komandi viku, tí tað tekur nógvar dagar til tjúkki kavin fer burtur av vøllinum av sær sjálvum.

Um man nú far allan - ella tað mesta - av kavanum burtur á øllum ''16-metur'' økinum, so fáa liðini gjørt nógvar venjingar á vøllinum. Kappingin hjá smádreingjum og uppeftir byrjar um nakrar vikur, so hetta er ein sera týðandi tíðarskeið vit fara inní.

Vit heita á øll áhugaði, sum kunnu hjálpa til at fáa kavan av einum lítlum parti av vøllinum, um at møta upp og hava spaka við sær. Onkrir lastbilar eru tøkir, men eisini hevði tað verið gott, um fólk við lastbili kundu møtt upp. Vit vóna eisini at síggja nógvar leikarar á vøllinum, sum fáa ágóðan av ruddingini. Hetta er ikki ein endurtøka av ruddingini í 1994, tá allur vøllurin bleiv grivin. Men fáa vit eitt venjingarøkið ruddað, so er endamálið rokkið!

Vit gleða okkum at síggja nógvar rættar KÍ'arar - ung sum eldri - á vøllinum leygardagin kl 13.00.