Kavin órógvar so Klaksvíkskappingin er útsett til óásetta tíð

 

Klaksvíkskappingin, ið eftir ætlan skuldi verða um vikuskifti er avlýst vegna veður. Kavin liggur tjúkkur á vøllinum og eisini kring vøllin.

Sum áður nevnt er tað torført at savnað tey trý ovastu liðini í mars í sama vikuskifti, so arbeitt verður við øðrum møguligum mótstøðuliðum.