20 Februar 2010
Lutakastið til Klaksvíkskappingina verður fríggjamorgunin 26. februar í Góðan-Morgun-Føroyar sendingini hjá Kringvarpinum
Í ár stendur kappingin ímillum HB, EB/Streym, Víking og KÍ. Lutakastið verður live í GMF sendingini hjá Kringvarp Føroya dagin fyri at kappingin byrjar.
Dystirnir leygardagin byrja ávíkavist kl. 14.00 og kl. 16.00 ímeðan dystirnir sunnudagin byrja kl. 13.00 og kl. 15.00
Í skrivandi løtu sær einki út við veðrinum við nógvum kava á vøllinum, men veðrið má sær ráða. Vónandi verður spælandi. Kappining er nakað framskunda í mun til í fjør og tað kemst av at fleiri av vitjandi liðunum hava aðrar uppgávur fyri framman, eitt nú fer EB/Streymur á venjingarlegu í heitari lond sunnanfyri í mars.
Venjarafelag Føroyar hevur lagt sín aðalfund í Klaksvík sama vikuskiftið og teir verða m.a. at síggja á vøllinum allan leygarmorgunin og fram til Klaksvíkskappingin byrjar.
Harumframt ljóðar at Todi Jónsson eisini verður at síggja á vøllinum leygarmorgunin við síni frálærukonsepti.






