16 Februar 2010
Leikararnir fegnast um at verða komnir í gongd aftur eftir at fyrstu vinardystirnir er lagdir aftur um bak

KÍ spældi sínar fyrstu tveir vinardystir um vikuskifti og úrtøkan varð skilagóð. Harða venjingin í Yndi fitness og úti á vøllinum er nú supplera við dystarvenjing og tað er gott fyri leikararnar
ÍF vitjaði fríggjakvøldi og úrslitið gjørdist 2-1 til ÍF. Bláabylgjan.com hevði hesa dystarfrásøgn:
1.deildarliðið hjá KÍ kom væl frá fyrsta venjingardystinum móti Vodafoneliðnum hjá ÍF og til tíðir var spælið sera sannførandi. KÍ fekk eitt mál, meðan ÍF fekk tvey í lívliga dystinum í Klaksvík.
Fyrri hálvleikur var nakað javnur, men tað var KÍ, sum fekk tveir hampuliga stórar møguleikar beinanvegin, har Steffan Kalsø átti tann eina. ÍF legði seg á odda eftir hornaspark. ÍF hevði í hesum dystinum allar sínar profilar við og m.a leiktu innkeyptu Jákup Mikkelsen, Karl Løkin og Øssur Dalbúð á liðnum. Bæði liðini skiftu nógvar leikarar út sum dysturin leið. Í fyrra hálvleiki var heldur nógv spælt við longum sendingum hjá KÍ. Á miðvøllinum vann ágrýtni Kristan Andreasen nógvar bóltar, meðan 16 ára gamli Ísak Simonsen vísti sera lovandi taktir á vinstra vongi.
Í hálvleikinum blivu nakrar útskiftingar framdar og tær vístu seg at fáa KÍ spælið at koyra væl. Ein leikari, sum veruliga fangaði eyguni, var Henry Heinesen á vinstra vongi. Ikki bangin at bjóða av og altíð spælibarur. Álopini skolaðu móti ÍF málinum og áskoðarnir, sum ikki vóru so fáðir, virkaðu posetivt yvirraskaðir av hesum KÍ liðnum og hvussu væl spælið koyrdi. Millum tey bestu álopini var, tá Eli Simonsen við longum skifti fann Jákup Hansen á vinstra vongi, sum síðani spældi innfyri málið. Endin var at bólturin brast á yvirleggjaran. Stutt frammanundan hevði Henry Heinesen ein fínan møguleika, men bólturin fór uppum málið. Tá KÍ ikki fekk mál burturúr stóru yvirvágini, so brúkti ÍF møguleikan til at økja til 2-0 í einum av teirra sjálvsomu álopum.
Móti endanum komu faðir og sonur á vøllin, nemliga Aleksandar og Filip Djordjevic. Báðir settu sín dám á dystin. Í einum álopi spælur Aleksandar Álv Christansen hegnisliga fríðan. Hesin sendir bóltin innfyri málið, har Henry Heinesen blívur feldur og brotsspark til KÍ. 15 ára gamli Filip Djordjevic setti bóltin trygt í málið til endaligu støðuna 2-1 til ÍF. Móti endanum gjørdust ÍF leikararnir sera frustreraðir yvir KÍ yvirvágina og fleiri gul kort komu og enntá eitt reytt kort eisini.
Samanumtikið eitt avrik, sum nakað var at byggja víðari á. Spælið í seinna hálvleiki var til tíðir frálíkt.
Uppstillingin var: Eilif---Rudolf-Sørmund-Jógvan-Heri---Kristian---Bjarki, Ivan, Niels Pauli, Ísak---Steffan.
Í seinna hálvleiki komu Mathias, Bárður, Jákup, Daniel, Eli, Álvur, Andras, Tórður, Símun, Aleksandar og Filip á vøllin.
Leygardagin kom 2. lið hjá Víkingi á vitjan og úrslitið gjørdist 4-0 til KÍ. Bláabylgjan.com hevði dystarfrásøgn:
Eftir jaligu taktirnar í gjár móti ÍF var uppgáva móti Víkingi á skránni í dag. Víkingur brúkti sínar bestu leikarar til annan venjingardyst móti NSÍ, meðan teir ungu og eykaleikararnir í besta hópinum komu til klaksvíkar. KÍ brúkti mest sum sama lið sum í gjár, har yvir 20 leikarar sluppu at royna seg. KÍ vann dystin 4-0. Álvur Christansen skoraði 2 mál, meðan Steffan Kalsø og Ivan Joensen skoraði hvør sítt.
Næsti vinardystur er fríggjadagin 19. februar ímóti NSÍ í Runavík.
Leygardagin 27. februar og Sunnudagin 28. februar verður Klaksvíkskappingin.






