11 Februar 2010
KÍ spælir sínar fyrstu vinardystir fríggjadagin og leygardaginá Injector Arena ímóti ávíkavist ÍF og Víkingi

Kavin hevur sum vanligt órógva uppstartin, men nú røkist fyri at spælandi verður.
Fríggjadagin 12. februar kl. 18.30 verður spælt í Klaksvík ímóti ÍF har landsliðskempurnar Jákup Mikkelsen og Rógvi Jacobsen nú leika.
Og leygardagin 13. februar kl. 13.00 spælir KÍ ímóti steypavinnarunum Víkingi har liðskiðarin Niclas Niclasen stýrur skútuni.







