Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag segði hesi orð á aðalfundinum 2009

Image
Formaðurin saman við varaborgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu

Niðanfyri verður formansfrágreiðingin endurgivin:

Árið í ár gjørdist á mangan hátt eitt trupult ár hjá felagnum – men eisini eitt ár har stór og neyðug tøk vóru tikin.


Ítróttarliga er tað serliga kvinnusíðan av felagnum sum útmerkar seg og í hondbóltinum vann Stjørnan  steypakappingina og vann silvur í landskappingini.


Á fótbóltsíðuni vunnu KÌ kvinnurnar landskappingina og vunnu silvur í steypakappingini. Kvinnurnar komu heim við besta úrslitinum nakrantíð í Evropa Cup har KÍ kvinnurnar fingu góð úrslit; 1-2 móti fronsku silvurvinnarunum Mont Pellier, sum eru komnar í fjóðringsfinalurnar í Evropa Cup. Harafturat vunnu kvinnurnar á Makedonsku meistarunum 4-2. KÍ kvinnurnar eru einasta føroyska liði, sum hevur verið við í Evropa Cup og eru einasta lið í Evropa, sum hevur verið við øll níggju árini síðani kappingin byrjaði í 2001. Kvinnurnar gjørdust Føroyameistarar tígginda árið á rað og tí hava tær allan heiður uppibornan.
Gentur 14-17 ár gjørdust føroyameistarar og vunnu silvur í steypa kappingini. Smágenturnar vunnu Gull í landskappingini og silvur í steypakappingini og Gentur 10-12 ár vunnu bronsu í landskappingini.


Smádreingirnir hjá KÍ vunnu silvur í landskappingini og gull í steypakappingini.Tilsamans vann KÍ 10 heiðursmerkir, 4 gull, 4 silvur og 2 bronsumerki og bara eitt felag vann fleiri heiðursmerki í 2009.

Tony Paris málið hevur fylgt nógv í undan farna árið, tó at vit í mestan mun ikki lótu tað fylla daglig dagin hjá okkum. Niðurstøðan er at málið nú hevur fingið ein endað við eini semjuavtalu ið er undirskrivað av báðum pørtum. Sambært henni átekur felagið sær at gjalda 501.000 kr. pluss útreiðslur uppá 25.000 kr. til sakførara felagsins.
Saman við góðum KÍ stuðlum er ein konto stovna í Norðoya Sparikassa har fólk kunnu lata stuðul til felagið og eru vit sera takksom um at tað higartil eru komnar knapt 130.000 kr. á bók. Norðoya Sparikassi hevur lagt út fyri felagið og avgreitt semjuna og felagið fer nú saman við góðum KÍ stuðlum at kontoina avgreidda.
Við byrjan av kappingarárinum tók høvuðsvenjarin, Alexsander Djordjevic, saman við øðrum, stig til at fáa gongd aftur á felagshølini í kjallaranum og i summar kundu vit so taka tey í brúk og hóast tað enn vantar á fyrr enn hølini eru heilt liðug, so vilja vit takka teimum sum hava ofrað tíð og kreftir fyri at betra um karmarnar fyri fótbóltin.
Tað er eingin loyna at serligt fokus hevur verið á fremstaliði hjá felagnum - sum sagt var skert munandi vegna tað álvarsomu fíggjarstøðu, sum felagið var í við ársbyrjan.
Felagið valdi at byrjað av nýggjum og sleppa ungu leikarum felagsins framat, men tá felagið lá aftast í Vodafondeildini fram móti summarskeiðinum avgjørdi leiðslan í Sp/f KÍ at gera eina roynd at styrkja hópin. Hóast fleiri nýggir leikarar komu til felagið so slapp felagið ikki undan at flyta niður í 1.deild.
Hóast kappingarárið ikki hevur verið besta manssynum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag til vildar, so hevur nevndin í felagnum hildið fast við, at søga felagsins skuldi skrivast, so sum avrátt varð við Árna Dahl, rithøvund, á sumri í 2008.


Truplu umstøðurnar hava gjørt, at løtur hava verið, har verkevninum lá vátt undir føti, men fríggjakvøldið 20. november varð bókin løgd fram á samkomu í Norðoya Sparikassar saman við gomlum fótbóltsspælarum og hondbóltskvinnum. Í bókini eru um 170 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi fyrstu fimti árini avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 50-ára degnum og tað er ikki ov nógv sagt talan var um eina sanna hátíðarløtu.
Til jóla seldi bókin umleið 700 stykkir og javnvigar verkætlanin longu nú. Tó verður tað ein stór uppgáva um at fáa næstu bókina útgivna hóast rithøvundurin er liðugur at skrivað fram til 1974.


Sunnudagin 9. August 2009 bórust boðini um Árni Joensen, fyrrverandi formaður felagsins var andaður einans 58 ára gamal Árni Joensen var formaður fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag frá 1994 til 1998 og hetta tíðarskeiði var merkt av stórum avbjóðingum og vøkstri. Árni Joensen tók við formanssessinum longu á heysti 1993, tá Karl Heri Joensen fór í løgtingið fyri Ásbjørn Joensen, sála. Á aðalfundinum í februar 1994 var Árni valdur til formann og stjórnaði felagnum við hepnari hond. Undir slagorðunum - KÍ er fyri øll - legði hann dent á at øll skuldu kenna seg væl og á skipaði viðurskifti kring fótbóltin og hondbóltin - ítróttaungdómi okkara at frama. Vit drýpa høvur og minnast vin okkara Árna Joensen við takksemi og samstundis minnast vit aðrar limir sum eru farni í 2009.