Fitt av fólki høvdu leitað sær á aðalfund hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag og fundurin var jaligur um framtíðina

Niðanfyri er í stuttum frásøgn frá aðalfundinum 2009 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Pól Mikkelsen varð valdur til fundarstjóra. Síðani helt formaðurin, Tummas Lervig formansfrágreiðing fyri 2009


Formaðurin fegnaðist um medaljuúrtøkuna í ungdómsdeildunum. Sokallaða Tony Paris-málið er nú endaliga avgreitt. Formaðurin greiddi frá tilgongdini at fáa hesa upphædd goldna. Formaðurin fegnaðist um øll tey sum hava ofra tíð og orku at fáa felagshølir sett í stand – kjallarin. Formaðurin harmaðist um at flaggskip felagsins flutti niður. Formaðurin var errin um tí sonnu hátíðarløtu tá fyrsta bind av KÍ søguni varð givin út. Bókin javnvigar longu nú fíggjarliga.

Fundurin mintist fyrrverandi formann felagsins Árna Joensen, ið andaðist bert 58 ára gamal.

Formaðurin fegnaðist um styrkina tá Kí ráðið savnaðist.

Rokniskapurin varð gjøgnumgingin og nakrir spurningar vórðu settir.

Nevndin varð øll afturvald. Eyðstein Poulsen varð valdur í nevnd Klaksvíkar Ítróttarfelags á fyrsta sinni, sum ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál.