24 Januar 2010
Fríggjadagin 29. januar verður fyrsti venjingardysturin hjá besta mansliðnum í Klaksvík
Leikararnir hava vant í eina tíð nú og nú er tíðin komin at royna kreftir í venjingardystum. Fríggjakvøldi kemur Víkingur á vitjan so sigast má at KÍ liðið leggur hart út.
Tað verður spennandi at síggja hvussu unga Kí liðið fer at standa seg ímóti sterku Víkingunum, sum óivað mugu metast sum ein av favorittunum at vinna Vodafone-deildina. Teir vunnu sum kunnugt steypakappingina í fjør
Dysturin byrjar kl. 18.30
Tað ljóðar úr Kí leguni at fleiri dystir eru á skránni og eisini verður Klaksvíkskappingin miðjan mars.






