22 Januar 2010
Stuðulin til Klaksvíkar Ítróttarfelag tykist ongan enda at fáa og nú hava 99 inngjøld givið beint omanfyri 73.000 kr.
Í dag kl. 12.00 skal peningurin rindast fyrrverandi venjaranum. Fleiri sokallaðir stórir stuðlar hava latið og eisini hava privatfólk og fyritøkur sýnt sín stuðul við at flyta á upprættaðu konto'ina í Norðoya Sparikassa.
Enn ber til at stuðla við at flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-1042291






