Í samband við innsavning av peningi hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag latið upp konto í Norðoya Sparikassa

501.000 kr. verða fluttar til fyrrverandi venjaran Tony Paris fríggjadagin kl. 12.00, sum partur av semjuni í millum Klaksvíkar Ítróttarfelag og fyrrverandi venjaran.

Fleiri sokallaðir stórir stuðlar eru inni og hava latið stórar upphæddir og vísur hetta hvussu ómetaligan stóran týdning Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur fyri samfelagi í Norðoyggjum. 

Í hesi tilgongd hava eisini privatfólk gjørt vart við seg og sóknast eftir einum møguleika at hjálpa til nú tað hevur rikið hart á kíkin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Í hesum sambandi hevur nevndin tikið stig til at stovnað eina stuðulskonto, har fólk kunnu seta pening inná. 

Konto nr. í Norðoya Sparikassa er: 9865-1042291